Umhvørvisstovan vil vera í fremstu røð, tá talan er um at keypa inn umhvørvisvinarligt, vera fyrimynd fyri aðrar almennar stovnar og eisini vera við til at eggja øðrum at keypa umhvørvisvinarligt.
Tá keypt verður vil Umhvørvisstovan ikki einans hyggja eftir kostnaði, men eisini eftir rakstrarkostnaði og livitíð hjá vørum.
Umhvørvisstovan vil, har tað er møguligt, keypa vørur framleiddar í Føroyum, um veitarar kunnu veita vøru, ið livir upp til umhvørviskrøvini Umhvørvisstovan setir.
Umhvørvisstovan vil við sínum umhvørvispolitikki, gera sítt til, at innkeyp av vørum verður gjørt á ein so umhvørvisvinaligan máta sum til ber.
• Bleytt pappír
• Kopi- og skrivipapír
• Vaski- og reingerðarevni
• Teldur
• Skermar
• Printarar
Vilt tú vita meira um grønt alment innkeyp, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.